Við nógvari ferð rendi ein sjúkrabilur á ein grótkant og jarðlegði ein brandpost, áðrenn hann steðgaði eina 100 metrar longri frammi á vegnum.
Eingin fólkaskaði var, tá ein sjúkrabilur við nógvari ferð kom illa fyri á vegnum við Elim í Søldafirði næstsíðsta sunnudag.
Sambært Jákupi Nolsøe, leiðara á sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum, so hendi óhappið av »aqua-planning«. Tað er tá koyrt verður við ov nógvari ferð eftir vátum vegi, og dekkini missa vegtakið.
Sjúkrabilurin kom koyrandi inn eftir Skálafjørðinum, tá óhappið hendi. Komin til Elim, hevur bilførarin mist tamarhaldið á sjúkrabilinum og rent á grótgarðin oman fyri vegin. Sjálvur grótgarðurin hevur ikki fingið stórvegis skaða, men ein brandpostur framvið vegnum er trumlaður niður av sjúkrabilinum. Líkt er til, at bilurin hevur havt nógva ferð, tí langt er frá, har fyrstu vrakpettini liggja, til har bilurin er steðgaður.
Sum sæst á myndunum, hevur sjúkrabilurin fingið stóran skaða, og bilur frá Tórshavnar sløkkilið mátti koma eftir bilinum.
Jákup Nolsøe sigur, at eingin sjúklingur var í bilinum, og annars kom eingin til skaða. Tó er sjúkrabilurin illa farin.