Sjúkra argar B36

Tveir av stuðulsspælarunum hava givið avboð í dag, tí teir eru sjúkir

Tá ið B36 liðið hittist í dag at fyrireika seg til uppgerðina ímóti AB, sum verður nú klokkan 15, vóru teir bara trettan. Tí var neyðugt at boðsenda nýggjum eykamonnum. Teir eru Robert Heðin Brockie og Karl Martin Danielsen. Harvið er B36 fullmannað – eisini á beinkinum. Hetta kemur illa við, tá ið Andrias Eriksen er burturstaddur, og Hanus Thorleifsson framvegis er skaðadarvaður.

Teir báðir, sum ikki møttu, eru Jákup á Borg og Høgni Eysturoy. Teir báðir hava seinnu árini mannað høgra borð hjá B36, men hvørgin teirra verður á liðnum í dag. Nýggir menn á liðnum eru Árni G. Nielsen og Benjamin Heinesen.