Nakrir knútar eru loystir, men tann størsti knúturin er ikki loystur. Tað sigur Giktafelagið.
Tey sipa til ósemjuna, sum er um viðgerðin av gikt í Føroyum, og sum førdi til, at serlæknin í gikt, Pero Sore, fór úr starvi.
Og felagið sigur, at tað er ”samráðingaletið hjá Serlæknafelagnum og Fíggjarmálaráðnum” sum hevur forðað fyri eini loysn. Og nú tey hava bíðað í næstan fýra ár eftir eini loysn, tekur giktafelagið ta óvanliga stigið at bjóða seg fram sum eitt slag av semingsstovni fyri at fáa glið á aftur.
Tí hevur felagið nú bjóðað Fíggjarmálaráðnum, Serlæknafelagnum, Heilsumálaráðnum og Pero Sore á fund í eini roynd at fáa gongd á aftur málið.
- Okkara vón er, at allir partar møta, og at glið kemur á samráðingarnar, so verandi sáttmálaloysi ikki áhaldandi knúsar møguleikarnar fyri eini munagóðari giktaviðgerð her á landi, sigur Giktafelagið.
Tey siga nevniliga, at ein stórur trupulleiki er, at tað hevur ikki borið til at fáa ein sáttmála við Heilsutrygd um giktviðgerðina í Føroyum.
Hinvegin siga tey eisini, at hetta er ikki tað, sum kostar mest í pengum.
- Skulu vit hava eina munaóða giktviðgerð í Føroyum, kostar tað 20.000 krónur afturst um árið, sigur Giktafelagið.
- Viðgerðin av føroyskum giktasjúklingum er í andaleypi og læknin hevur sagt upp. Tann stóri trupulleikin er, at tað ikki hevur borið til at gjørt sersáttmála fyri giktaøkið og hóast samráðingarnar nú ganga á fjórða árið, er einki sum helst komið burturúr, sigur Giktafelagið.
Les meiri um málið við at trýsta HER