Sjúklingar í Suðuroy mugu bíða til næsta ár

Gongst sum ætlað verður tað næsta ár, at sjúklingar kunnu fáa dialysu í Suðuroy, sigur landsstýrismaðurin

Nýrasjúklingar í Suðuroy mugu bíða til næsta ár at fáa dialysu í Suðuroy. Tað stendur í eini frágreiðing frá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum. Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvussu tað gongur við arbeiðinum at fáa dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi, so at suðuroyingar sleppa frá at ferðast til Havnar fleiri ferðir um vikuna at fáa dialysu.

 

Landsstýrismaðurin vísir á, at á fíggjarlógini fyri í ár eru ein millión sett av til Suðuroyar Sjúkrahús til dialysuviðgerð. So skjótt sum peningur varð játtaður til endamálið, fór Sjúkrahúsverkið í gongd við at kanna hvørjir møguleikar vóru, og hvussu dialysuviðgerð verður skipað í londunum kring okkum.

 

– Ísland og Danmark hava verið nýtt sum kanningarøki, tí tey líkjast Føroyum og umstøðunum í Føroyum, mest. Harafturat eru hetta lond, sum nýta somu tól, sum tey, ið verða nýtt á Landssjúkrahúsinum.

 

– Eitt uppskot til at at fáa dialysu á Suðuroyar Sjúkrahúsi varð liðugt í síðstu viku, og nú er tað til viðger í sjúkrahúsleiðsluni í løtuni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

 

Hann vísir eisini á seinni í ár verður ein serlækni í nýrasjúkum settur afturat á Landssjúkrahúsinum og tað fer at lætta um arbeiðsbyrðuna hjá tí eina nýralæknanum, sum er, soleiðis at dialysuviðgerð kann gerast veruleiki á Suðuroyar sjúkrahúsi.

 

Hann sigur, at tá ið ein endalig støða er tikin, skal játtanin upp á millión brúkast til at keypa útgerð fyri og hon kemur á Suðuroyar sjúkrahús í ár. Og gongst sum ætlað, kann farast undir at geva dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi í komandi ári, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.