Hesa seinastu tíðina hevur Parkinsonfelagið fingið stórfingnar gávur upp á næstan 74.000,00 krónur tilsamans.
Í oktober skipaði Rebekka Olsen fyri bingo í Hvalba í oktober, og í oktober skipaði Tróndur Nolsøe fyri stórun dansi í Dansifrøi í Havn.
Í hesum sambandi bjóðaði nevndin í Parkinsonfelegnum teimum, sum skipaðu fyri hesum tiltøkum, til ein jóladøgurða á Hotel Tvøroyri fríggjakvøldið og har Tróndur Nolsøe forkvinnuni í felagnum, Durid Johannesen, ein kekk upp á kr. 55.000,00.
Fyrr í heyst handaði Rebekka Olsen okkara nevndarlimi har suðuri, Margrethu Mortenesen, ein kekk upp á góðar 19.000,00 krónur, so tilsamans hevur felagið nú fingið 74.000 krónur at arbeiða fyri.
Trýst HER og síggj fleiri myndir