- Onkur vildi kanska hildið, at eg geri mær lívið trupult við at gifta meg við eini gentu, ið ofta er sjúk og innløgd orsakað av epilepsiherindum, men soleiðis havi eg tað als ikki. Sjúkan skal ikki forða mær í at giftast henni.
Soleiðis sigur Osvald P. Hansen úr Havn. Tann 27. juli skulu hann og Karis í Liða giftast. Í Vikuskiftissosialinum hesaferð er tátturin "Vit skulu gitast", har Osvald og Karis fortelja sína søgu - hvar tey hittust fyrstu ferð, hvussu tey blivu par og um brúdleypið, sum er um tvær vikur.
Í greinini fortelja tey bæði millum annað, hvussu sjúkan epilepsi, sum Karis hevur, spældi ein leiklut, tá tey blivu par fyri skjótt tveimum áðrum síðani.
- Eg var rættiliga sjúk og var ofta innløgd á sjúkrahúsinum um hatta mundið, og eg hugsaði fleiri ferðir við mær sjálvari, um Osvald nú mundi fara at tímað at verða partur av hesum, sigur Karis.
Ta einu ferðina stóð heilt illa til við heilsuni hjá Karis, tí hon hevði havt fleiri herðindi av epilepsi og bleiv innløgd. Støðan var so mikið álvarsom, at Karis fór í koma í umleið ein dag.
- Eg minnist væl, at eg vaknaði aftur, og tá sat Osvald har. Tá segði eg við hann, at eg skilti væl, um hann valdi at bakka út og ikki tímdi alt hetta við sjúkuni, tí hann kundi jú bara fara út og finna sær eina damu, sum ikki hevði hesa sjúkuna og alt tað strævna, sum sjúkan viðførir, fortelur Karis.
Men Osvald var als ikki í iva um, hvat hann vildi.
- Eg skilji á ein hátt, at summi halda tað vera eina forðing at koma saman við einum, sum hevur eina slíka sjúku, ið krevur sjúkradagar og innleggingar, tí onkursvegna tekur tú eisini hesa sjúkuna upp á teg, og tað kann til tíðir kennast tungt. Men fyri meg hevur sjúkan ongantíð verið ein forðing fyri at eg og Karis skulu vera saman, og eg vil fegin vera tann, sum hjápir og stuðlar henni, sigur Osvald.
Les alla greinina í Sosialinum hetta vikuskiftið.