Á fundi í Sjóvar kommunu í gjár samtykti bygdaráðið fíggjarætlanina fyri 2025.
- Skattaprosendið verður óbroytt, men barnafrádrátturin hækkar við 1.000 krónum upp í 8.000 krónur.
Í Sjóvar kommunu vísa tey á hesi høvuðstøl í fíggjarætlanini fyri komandi ár:
* Inntøkur: kr. 73.008.600
* Útreiðslur: kr. 64.962.700
* Rentur/ rentustuðul: kr. 2.698.300
* Avlop: kr. 8.045.900
* Avdráttir: kr. 5.603.600
* Íløgur: kr. 23.202.400
* Hall: kr. 15.156.500
Í Sjóvar kommunu siga tey, at hallið á fíggjarætlanini fyri 2025, sum sambært hesum verður stívliga 15 milliónir krónur, verður fíggjað við lántøku.











