Fróðskaparfelag Føroya bjóðar til fyrilestur á Landsbókasavninum í dag klokkan 16.00.
Tað er Erling Sverdrup Sandmo, ið er professari í søgu á universitetinum í Oslo og í hesum døgum vitjar í Føroyum, sum fer at halda fyrilesturin.
Fyrilesturin ber heitið Gulløld sjóskrímslanna: Um skrímsl og átrúnað í Norðsjónum í 16. øld.
Erling Sverdrup Sandmo skrivar soleiðis um fyrilesturin.
- Í 1539 var eitt stórt kort yvir norðurlond útgivið í Venezia. Hetta kortið setti eina heilt nýggja fyrimynd. Inntil tá, hevði evropiska myndin av norðurlendskari landalæru verið kám: Skandinaviska hálvoyggin var ein formleysur massi heilt har norðuri. Nú fekk man eina nágreiniliga og neyva mynd av landslagnum - men kortið var eisini avtaglað av myndum av fólka- og djóralívi, og ikki minst av eini stórari nøgd av veruleikafjarum sjóskrímslum, sum bendu og kastaðu seg í Norðsjónum, bardust hvørt við annað og lupu á ræðsluslignar sjómenn.
- Upphavsmaðurin til kortið var svenski presturin Olaus Magnus. Men hvaðani komu øll hesi sjóskrímslini? Hvør var bakgrundin handan, at Olaus gjørdi hetta løgna kortið, og hvat var endamálið við tí? Í hesum fyrilestrinum taki eg útgangsstøði í hesum kortinum og vísi, hvussu tað kann geva okkum eitt spennnandi feril av tíðarins átrúnaðarligu tvídráttum og hennara hugsan um náttúru, søgu og politikk. Eg fari eisini at nema við ta víðari syrgiligu lagnuna hjá sjóskrímslunum.
Fyrilesturin verður á Landsbókasavninum klokkan 16.00 og er ókeypis.