Í dag hava Býlingshúsið millum Gilja , Býlingshúsið í Maritugøtu og Býlingshúsið vestur á Flat skipa fyri Summarveitslu og í dag var Sjórænaradagur. 150 børn ganga á hesum trimum stovnunum.
Dagurin byrjaði við at Býlingshúsini millum Gilja og vestur á Flat gingu skattaveiðu niðan í Maritugøtu. Síðani var upphiting, áðrenn ymisku tiltøkini byrjaðu. Børnini kundu royna nógv ymiskt. Har var møguleiki at gera kikarar, klaffar fyri eyga, andlitsmáling hoppiborg og mangt annað spennandi. Børnini fingu døgurða og seinnapartin kom ein gandakallur á vitjan.
Í kvøld hava starvsfólkini felags veitslu millum Gilja.