Sjónvarpsstjørna er yngsti milliardingur narkrantíð

Kylie Jenner er helst mest kend fyri sín leiklu tí realitysendingini »Keeping Up With The Kardashians«.

Kylie Jenner er tann yngsti persónur nakrantíð, sum hevur skapt sær sína egnu milliardaogn – enntá í dollarum.

 

Tað skrivar amerikanska blaðið Forbes, sum týsdagin gav út árliga listan vyir heimsins ríkastu persónar.

 

Forbes Magazine metir, at tann 21 ára gamla amerikanska kvinnan hevur eina ogn upp á eina milliard dollarara ella umleið 6,6 milliardir krónur í okkara pengum.

 

Harvið tekur hon metið frá Facebook-stovnaranum, Mark Zuckerberg, sum ikki megna at koma upp á milliardina, fyrr enn hann var 23 ár.

 

– Eg hevði ikki væntað naka. Eg hevði ikki sæð inn í framtíða. Men tað kennist ordiliga gott. Tað er eitt fjálgt herðaklapp, sigur Kylie Jenner við Forbes.

 

Kylie Jenner, sum gjørdist heimsgitin gjøgnum realitysendingina »Keeping Up with The Kardashians«, hevur spunnið gull upp á sítt víðagitni eins og sølu av vakurleikavørum.

 

Make Up felagið hjá henni, Kylie Cosmetics, verður mett einsamalt at vera í minsta lagið 900 milliónir dollarar vert. Felagið stovnaði hon í 2015.

 

Kylie Jenner nýtt sera aktivt sosialar miðlar sum Snapchat, Instagram, Facebook og Twitter sum part av marknaðarføring síni, har hon verður fylgt av fleiri enn 175 milliónum fólkum kring heimin.

 

Sjálvt um Kylie Jenner er ovast á listanum sum yngsti milliardingur, so er tó bara nummar 2057 á samlaða listanum hja´Forbes yvir heimsins milliardingar.

 

Heimsins ríkasti persónur í 2019 er aftur Amazon stovnarin og stjóri, Jeff Bezos, við eini ogn upp á 131 milliardir dollarar. Síðani kemur Bill Gates, Microsoft-stovnarin, sum eigur 96 milliardir dollarar.

 

Tíggju danir eru sambært Børsen á hesum fína lista. Hægstu teirra er Anders Holch Povlsen, sum stovnaði Bestseller. Hann er nummar 252 við umleið 42 milliardum krónum.

 

Niels Peter Louis-Hansen, næstformaður í Coloplast, Lego-familjan við Kjeld Kirk Kristiansen, Sofie Kirk Kristiansen, Thomas Kirk Kristiansen og Agnetet Kirk Thinggaard eins og Lars Larsen frá Jysk eru eisini millum heimsins ríkastu. Enn er eingin føroyingur á tí listanum.

 

/ritzau/

 

Kylie Jenner hevur skapt felagið Kylie Cosmetics, sum selur Makeup. Felagið er 900 milliónir dollarar vert, metir Forbes. (Foto:VALERIEMACON/RitzauScanpix)