Sjónvarpsstjørna á Havnini í morgun

MV Discovery liggur á molanum í morgun.

MV Disvorery liggur á molanum í morgun. Discovery var fyrsta ferðamannaskipið, ið vitjaði Havnina í ár, hin 6. mai. Hetta er fjórðu ferð í ár, at Discovery vitjar Havnini, og verður tað aftur á Havnini 21. august, umframt at Discovery var og vitjaði Hanini fleiri ferðir í fjør eisini. Talan er sostatt um ein gamlan kenning.

 

MV Discovery er ein sjónvarpsstjørna. Hon hevði ein stóran leiklut í 70'ara-røðini The Love Boat, saman við systirskipið sínum. Tá æt Discovery Island Princess, meðan tað var systirin, Pacific Princess, ið var stjørnan í sjónvarpsrøðini.

 

Í dag er tað Cruise & Maritime Voyages, ið rekur skipið. 

 

Skipið er 169m (554 ft) langt og vigar 20.186 tons. Hon siglir 18 míl og tekur í dag 698 ferðafólk. Fýra Fiat dieselmotorar veita henni 18.000 hestakreftir.