- Tað er heilt víst, at føroysku áskoðararnir hava nakað heilt serligt í væntu.
Tað sigur Gunnvá Zachariasen, samskipari hjá sjónleikabólkinum, Det Ferösche Compagnie, FCF.
Bólkurin er farin at fyrireika ein leik um Operation Valentine, sum bretar kallaði átakið, tá ið teir hertóku Føroyar undir seinna heimsbardaga.
Bólkurin sigur, at hetta er eitt tíðarskeiði, sum setti síni spor í føroyska samfelagið, bæði mentanarliga, hugsjónarliga, tjóðskaparliga, kensluliga, eisini tí, at heilt nógvar føroyskar gentur vórðu giftar og fingu børn við enskum hermonnum.
Men kortini er hetta eitt evni, sum ikki er viðgjørt nakað serligt í føroyskari leiklist.
Nú fer DFC at varpa ljós á Operation og tey siga, at tey hava leitað sær heimildafólk, sum enn liva og sum hava greitt frá tí, tey minnast frá krígsárunum.
Hesa ferð hevur DFC fingið íslendska leikstjóran Egill Pállson at seta leikin saman í eini vallaragongd, har áskoðarin fer eina ógloymandi ferð aftur í tíð inn í Sjónleikarahúsið í Havn, sum nettup hevði ein serstakliga týðandi leiklut í hesi herseting, sigur DFC.
Við leikum so sum En Rejse Udi Ferøe, Woyzeck<3Marie, umframt Regn, hevur DFC víst á nýggjar og ótráddar leiðir í føroyskari leiklist. Og við Operation Valentine verður heilt víst nakað heilt serligt í væntu hjá føroysku áskoðarunum, siga tey.
Det Ferösche Compagnie eru Kjartan Hansen, Kristina Sørensen Ougaard, Jens L. Thomsen, Kirsten Helgadóttir. Og umframt leikstjóran, Egill Pállsson, er ljóssniðgevarin, Sonja Lea, úr Danmark, við.
Leikurin verður spældur í Sjónleikarhúsinum frá 21. august til 6. september, og tað er 16 ára aldursmark fyri at sleppa at síggja hann.










