18. august er Norðurlandahúsið karmur um sjónleik, sum verður framførdur á teknmáli.
Leikurin “Elements” er skaptur í samstarvi millum fýra lond, Ísland, Noregi, Kanada og Grønlandi saman við Danmark.
Hvørt land ber fram eina lítla søgu, knýtt at egna mentanina, og vald út frá sermerktu náttúruni í hvørjum landi. Íslendska søgan hevur eld sum ímynd, Grønland sjógvin, Noregi vindin og Kanada sigur sína søgu út frá ímyndini av Móður jørð.
Allir leikarar og leikstjórar í leikinum eru deyv. Tí verður leikurin framførdur á teknmáli, men er eisini vælegnaður til hoyrandi áskoðarar.
Fleiri av leikarúnum eru á pall fyri fyrstu ferð í hesari sýning, men leikstjórarnir eru allir roynd yrkisleiklistafólk.
Leikurin Elements varð frumframførdur í Íslandi 16. juni og byrjar nú eina leikferð í Føroyum, Noregi, og Danmark. Deyv í Danmark hava eina mentanarfestival, har leikurin verður sýndur.
Elements verður framførdur í Norðurlandahúsinum 18. august kl. 17.00.









