Sjónband: Hallur við frálíkum máli

Her ber til at síggja vakra og týðandi málið, sum Hallur Hansson skeyt ímóti Lyngby í gjár.

Við 2-1-sigri ímóti Lyngby eydnaðist tað í gjár Vendsyssel FF at vinna sær oddasessin í næstbestu donsku deildini. Ímillum málskjúttarnar var føroyski landsliðsleikarin, Hallur Hansson.


Sambært heimasíðu felagsins var hann ein av teimum bestu á vøllinum, og málið hjá honum til 2-0 var eisini frálíkt. Tilber at síggja málið við at trýsta HER.


Til teirra, sum ikki ynskja at síggja allan samandráttin frá dystinum, ber til at spola fram til tá ið umleið 45 sekund eru farin av sjónbandinum.