Soleiðis var eisini á Norðoyastevnu, á Summarfestivalinum og nú aftur á Sjómannadegnum.
Hanus, Christian Martin, Regin, Dennis, borgarstjórin, bátar, skip og sluppir og øll hini mongu spíla seg út - taka lut og taka lógvatak saman - til ein fantastiskan sjómannadag fyri alla familjuna at heiðra okkara framúr sjómonnum.
Fyrst varð boðið til morgun kaffi, bollar og wienarbeyð, síðani var Karl Birgin, sáli minntur við tøgn í eina stund, áðrenn borgarstjórin, Karl Johansen helt røðu og beyð vælkomin – Eftir hann kom landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm at seta Sjómannadagin og eftir tað, handaði hann heiðurstekin til bestu bátarnar.
Síðani byrjaðu allar tær mongu kappingarnar og riggað var til at útflýggja mat úr teimum mongu teltunum og búðunum.
Beinavegið settu fólk seg í kø til heimsins basta fisk og kips frá Hanus – og heimsina besta roykta makrel frá Christian í Grótinum og allar hinar búðurnar, sum bara eru bestar á Sjómannadegnum.
Alt ókeypis, og pallmaðurin hjá Sjómannadegnum mátti á pallinum lata nøkur orð falla á enskum um, at so var: ”All the foot, you can eat to day, is for free”! Hetta skiltu tey mongu fremmandu ferðafólkini ikki rættiliga og máttu spyrja umaftur – Jú, so var! Alt var ókeypis! Enntá ís og kaffi omaná alt tað góða.
Tá ið so veðrið spælir so væl við - ja, so ber alt til, og frøði er á fólki.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##









