Seinastu níggju árini hevur Sjómannadagurin verið á Stongunum í Klaksvík, men í ár verður hann fluttur yvir á vestursíðuna. Tað sigur Karl Birgir Isaksen, ein av fyrireikarunum aftanfyri Sjómannadagin.
Orsøkin til at fyrireikararnar í ár hava valt at flutt Sjómannadagin yvirum vánna er millum annað, at økið er nógv størri, og tí er tað nógv betur pláss.
- Í samband við at hetta er 10 árið at Sjómannadagurin verður hildin, hava vit nógv meira útgerð, og nógv fleiri telt, og tá ið økið á vestursíðuni er nógv størri, hildu vit tað verða betur at flyta Sjómannadagin yvir har, sigur Karl Birgir.
Afturat tí at økið er størri, eru tað eisini fleiri bygningar á vestaru síðuni, sum tey fáa nýtt til Sjómannadagin. Millum annað fara Look North og Sjónám at hava opið hús, og bæði Norðoya Fornminnusavn og Spaniastova verða við. Eisini verða listaframsýningar, og bæði Verkstaðið á Brekku, og Verðustaðið fara at útstilla ymiskt sum tey gera.
Sjómannadagurin fer tí at hava eitt nógv størri økið, enn undanfarnu árini, og fer at strekkja seg frá Klaksvíksgarðinum og eftir øllum kajøkinum.
Longu í gjár var fari undir at koyra fiskar í kørini, sum øll kunnu koma og hyggja eftir.
- Tað eru serliga børn, ið eru øgiliga glað fyri at síggja livandi fiskar, men kørini eru væl vitjaði av fólki í øllum aldri, og longu í gjár komu fólk framvið, sigur Karl Birgir.
Hóast tað allar mesta á Sjómannadegnum verður á vestaru síðuni í ár, so verður eisini okkurt á eystaru síðuni. Í hesum sambandi fer ein ferja at sigla yvirum vánna allan Sjómannadagin.