Sjómannadagurin bjóðar til fyrilestur og súpan

Í kvøld fer Andras Sólstein, søgufrøðingur, at halda fyrilestur um "Bátsvanlukkurnar Tollaksmessudag 1913" í Eik og tiltakið byrjar longu klokkan 18 við súpan og tónleiki.

Øll sum á ein ella annan hátt eru við til at skipað fyri tiltøkum á Føroya Sjómannadegi ella á annan hátt eru við til at gera dagin hugnaligan, verða boðin til hugnaliga samveru í deildini í EIK í Klaksvík.

Umboð fyri nevndina í felagnum Skarðsbygd kemur at greiða frá drúgvu skránni í samband við at minnisvarði verður avdúkaður á Skarði mikudagin, og umboð fyri Sjómannadagin greiða frá sjómannadøgunum.

Súpan verður til matna og tónleikur afturvið.

Klokkan umleið 19.30 verður fyrilsetur við Andras Sólstein, søgufrøðingi, á Norðoya Fornminnasavni "Bátsvanlukkurnar Tollaksmessudag 1913".