Sjokksigur til Kypros

Tað var eitt úrslit av teimum heilt stóru, tá ið Kypros leygardagin tók øll á bóli og vann stórsigur á Írlandi. Dysturin á Kypros endaði við 5- 2 sigri til heimaliðið. Írland legði betur fyri og kom á odda 1-0, men so gjørdi Michaelis Konstantinou hattrick. Írland trýsti fyri at koma afturíaftur, men Kypros gjørdi tvey kontramál afturat, og so var Írland eyðmýkt. Kypros tapti fyrsta dystin í hesi EM-undankapping heili 6-1 ímóti Slovakia, men hesaferð var tað Írland, sum varð bukað.