Sjokk: Weird Al Jankovic ovast á hitlista

Amerikanski tónleikaídnaðurin er skelkaður, nú Weird Al Jankovic er ovast á sølulistunum

 

54 ára gamli Weird Al Jankovic hevur gjørt eitt óvæntað comeback á hitlistunum. Í 80’unum hevði skemtarin nøkur hitt, har hann gjørdi gjøldur við kendum poppsangum – eitt nú Bad hjá Michael Jackson.

Nú hevur Weird Al Jankovic givið nýggja fløgu út, og líkt er til, at hann enn einaferð hevur rakt tey ungu við sínum parodium upp á popphitt. Nýggja útgávan hjá honum, Mandatory Fun, seldi meira enn hundrað túsund eintøk fyrstu vikuna og er nú ovast á amerikanska hitlistanum. Eisini á netinum er Weird Al Jankovic populerari enn nakrantíð við sínum videoløgum.

Hetta er fyrstu ferð í 30 ára drúgvu yrkisleiðini hjá Weird Al Jankovic, at hann er ovast á hitlistunum.

Omanfyri ber til at síggja eina nýggja video hjá Weird Al, har hann ger gjøldur við hittinum Royals.