Sjokk tap á Anfield

Størsta sjokkið í Carling Cup hetta vikuskiftið kom á Anfield, har Liverpool so smátt nærkast eini minni kreppu. Felagið hevur ikki vunnið enska meistaraheiti í 20 ár, seinast teir vunnu nakað var í 2006, tá teir vunnu FA Cup. Vánalig eigaraviðurskifti, ein hættislig fíggjarstøða, vánaligasta byrjanin uppá ein Premier League kapping nakrantíð og í kvøld tapti Liverpool fyri Northampton Town úr League Two, sum er fjórðbesta deildin í Onglandi. Nei, tað stendur einki til hjá Liverpool.

 

Liverpool hevði leikarar sum Daniel Agger, Lucas Leiva, Ryan Babel, David Ngog og Milan Jovanovic á liðnum, men lítið hjálpti. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1 og eftir eykatíð var støðan 2-2. Brotssparkskappingina vann Northampton Town.

 

Eisini Chelsea og Manchester City eru úti av Carling Cup. Chelsea tapti á heimavølli 4-3 ímóti Newcastle, ið einum spennandi dysti, sum var avgjørdur í evstu løtu.

 

Manchester City tapti 2-1 á útivølli ímóti West Bromwich Albion, meðan grannarnir úr Manchester United vunnu heili 5-2 á Scunthorpe United, sum annars spældi ein góðan dyst, men Manchester United vísti neyvleika frammanfyri málinum. Skysports valdi Manchester United málmannin, Tomaz Kuszczak, sum dagsinsleikara.

 

Carling Cup 3. umfar:

 

Aston Villa ? Blackburn 3-1

Chelsea ? Newcastle 3-4

Liverpool ? Northampton 2-2 (2-4, br)

Scunthorpe ? Manchester United 2-5

West Bromwich Albion ? Manchester City 2-1

Wigan ? Preston North End 2-1