Sjokk, sjokk

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Skelkurin er ikki hæstur av enn, hóast ein mánaður er liðin, síðani hann so púra óvæntað brast á alljósum vetrardegi.
So øgiligur var hesin skelkur at hoyra ein fakfelagsformann hálva vegna taka undir við einari lógarbroyting hjá landsstýrinum.
Eg vil ikki taka so rívan til og siga bart út, at fakfelagsmaðurin fagnaði lógarbroytingini, men tað var líka við, hann gjørdi tað. Álvaratos, fakfeløg eru til fyri at mótmæla og renna ørindi á Vaglinum og aðrastaðni fyri andstøðuna.
Alt, sum kemur frá landsstýrinum, er álop á arbeiðandi fólkið, sum hvørki fær flatskatt ella fólkapensjón.
Men nú trein ein Judas út út fakfelagsbrigaduni og kysti valdið fyri ongan silvurdála.
Tað ger einki, um pensjónsaldurin hækkar, segði hann.
Eg hoyrdi rætt, haldi eg.
Tað ger einki, um arbeiðandi fólkið sleppur at arbeiða nøkur ár afturat uttan 30 dálar í mótroknaðari pensjón, segði hann.
Skelkandi, veruliga skelkandi. Kreppufundir í samtaki og samstarvi og øllum øðrum sam hetta og sam hatta hjá fakforeiningunum. Í loyndum sjálvandi, einki innlit.
Tey, sum stúra so øgiliga fyri 70 ára pensjónsaldri, eru tó ikki fødd enn.
Men vit eiga at hugsa um framtíðina, um tey sum koma og síðani rýma av landinum til Danmarkar, har sum pensjónsaldurin er nógv lægri og ókei. Har sum annað hvørt fólk fær eina ella aðra pensjón, sama hvussu gomul, tey eru.
Dirvið hjá landsstýrinum er ikki so stórt, at tað torir at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár longu í hesari øldini.
Og tá 21.øldin er farin, er, siga tey, eingin eftir í Føroyum, hvørki makrelur ella fólk, bara sum fyrsta dagin, seyður. Lætt er at gera lógir fyri eina framtíð, sum ikki er til.
Beinharði kjarnin í tí, tey kalla vælferð í Føroyum, er, at eingin vil lata, men øll vilja hava.
Búskaparliga er tað sjálvsagt eitt ivasamt ástøði.
Jólini nærkast. Tað gera tey altíð. Tey nærkast frá og við 27.desember.
Í vælferðardunnuhylinum, sum eitur Føroyar, eru nógv, sum ikki hava pengar at halda jól fyri. Tað kallast raðfesting í ráðunum og tinginum. Vælferð er relativ.
Børn i øðrum londum, londum, sum annars áttu at verið so væl fyri, nú tey hava fingið demokrati, fáa eisini jólagávur úr Føroyum.
Og jólagávan er eitt gylt høvi at minna hesi neyðars børn á feðgarnar Gud og Jesus, gera tey varug við, at teir vóru og eru framvegis til.
Altíð býr okkurt undir hjálpseminum hjá teimum gávumildu.
Kanska er handan svenska bíbliusøgan um kammeratin Jesus, javnlikan Jesus, sum hevði ein javnaldra, tað segði autoriseraða biografiin einki um, umsett. Umsett til okkurt mál, sum børnini í Rumenia lesa ella skilja, tá foreldur teirra lesa fyri teimum.
Tí so kann tann søgan fara í skóeskjurnar, sum nú eru á veg til børnini, sum ikki fyrr hava fingið jólagávu. Snilt hugskot hjá teimum, sum vevja Gud og Jesus upp í alt.
Ein jólagáva og ein bíbliusøga afturvið og omaná, gerið so væl, góðu børn.
Ikki tí, at handan svenska barnasøgan um Jesus og hansara lagsmenn er so góð. Men hon er øðrvísi, ein annar vinkul.
Føroysk børn toldu hana ikki. Men børnini í Rumenina eru harðførari enn tey føroysku. Okkara børn hava ikki brúk fyri bíbliusøgum í jólagávu. Tey hoyra tær hvønn dag, jólini nærkast, í ólukkumáta.
Illbønir vórðu bidnar fyri russisku fiskimonnunum/njósnarunum, sum í kalda krígnum góvu børnunum á Skála myndir av Lenini, ikki í jólagávu, men bara hissini. Lenin var ein skurðgudur, til helvitis við honum.
Skelkurin er har enn. Eg megnaði ikki at skriva meg úr honum hesaferð.