Sjokk: Paris bankaði Barcelona

Champions League: Báðir favorittarnir taptu í kvøld sínar dystir í Champions League

Eftir ein langan vetrarsteðg, fór Champions League í kvøld aftur av bakkastokki.

 

Les eisini: Nú byrjar Champions League aftur

 

Til dystin í París í kvøld, var Barcelona undan dystinum mettur sum ein lítil favorittur. Men tann spádómurin helt aldeilis ikki. Ístaðin var tað heimaliðið, Paris Saint Germain, sum vant burturúr Barcelona.

 

Endaliga úrslitið av dystinum var, at Paris vann dystin 4-0, eftir hálvleiksstøðuna 2-0.

 

Stóri spælarin á liðnum hjá PSG í kvøld var argentinski Angel Di Maria, ið áður hevur spælt fyri Real Madrid. Hann skjeyt tvey av málunum hjá PSG. Hini bæði málini vóru skotin av Julian Draxler og Edison Cavani.

 

Í hinum dystinum vann Benfica 1-0 á heimavølli móti Dortmund. Einsamalla málið í tí dystinum skjeyt grikski Konstantinos Mitroglu, ið spældi við á grikska landlsiðnum minniligu dystirnar móti Føroyum fyri gott og væl tveimum árum síðani.

 

Paris Saint Germain og Benfica hava tí tað betra útgangsstøðið til tær báðar seinnu áttandapartsfinalurnar, har PSG meira ella minni sær út til at hava leikt seg víðari í fjórðingsfinaluna.

 

Í annaðkvøld vera tvær aðrar áttandapartsfinalur leiktar. Tær eru Bayern Munchen-Arsenal og Real Madrid-Napoli.

 

Dystirnir í kvøld:

 

Benfica – Dortmund 1-0 (0-0)

1-0         Konstantinos Mitroglu, 48.

 

Paris Saint Germain – Barcelona 4-0 (2-0)

1-0         Angel Di Maria, 18.

2-0         Julian Draxler, 40.

3-0         Angel Di Maria, 55.

4-0         Edinson Cavani, 72.