Sjokk í X Factor: Favoritturin reyk út


22 ára gamli hálvi føroyingurin, Sigmund Tróndheim, var í kvøld ov stuttur at vera millum tey trý, sum skulu í X Factor finaluna hjá Danmarks Radio næsta fríggjakvøld.

Danmark Radio skrivar, at tað kom dátt við, at Sigmund Tróndheim ikki slapp í finaluna.

– Tað hevur latið upp eitt heilt nýtt lív hjá mær at hava verið við í X Factor, og tað hevur givið mær nógvar møguleikar í framtíðini, sum eg fari at taka av. Tað vil eg fegin takka tær fyri, Sanne, segði hann við Sanne Salomonsen, sum hevur við hansara mentor í kappingini, beint tá avgerðin varð fallin.

Ferfaldi X Factor vinnarin, Remee, kundi hinvegin fegnast. Hann fekk – beint ímóti tí, sum bookmake’ararnir hava spátt – báðar sínar vaksnu solistar, Rasmus og Jamie Talbot, við í finaluna.

Harvið hevur vældámdi dómarin møguleikan at vinna kappingina fjórða árið á rað og fyri fimtu ferð.

Síðsti finalisturin var trio’in hjá Thomas Blachman, Place on Earth. Tað mekrir, at Blachman hevur møguleikan at vinna X Factor fyri aðru fer – fyrstu ferð var í 2014 voð samansettu duo’ini Anthony Jasmin – sum eins og Sigmund eisini var hálvføroysk.

Finalan í X Factor í Danmark verður næsta fríggjakvøld 6. apríl klokkan 20.