Støðugt færri vaksnir íslendingar festa sælr í dagliga. Nýggj hagtøl hjá heilsumyndugleikunum vísa, at nú roykja góð 14 prosent av teimum vaksnu. Hagtølini byggja á nakrar kanningar, sum Gallup gjørdi fyri heilsumyndugleikarnar í tíðarskeiðinum frá februar til desember í fjør. Tær vístu, at 14,2 prosent av teimum vaksnu roykja dagliga. Tað er 1,2 prosentstig minni enn í 2009.
Gallup-tølini vísa eisini, at tey seinastu trý árini eru tað fleiri menn enn kvinnur, sum hava lagt av at roykja. Harafturat vísa tølini, at tess hægri útbúgving fólk hava, tess færri roykja.
Morgunblaðið skrivar, at tølini um royking samsvara væl við tað, at íslendingar innfluttu minni tubbak í fjør enn í 2009.