Eysturoyingur hevur ikki tryggjað sær FM heitið 2010, og tað ber framvegis til at rokna seg fram til, at Eysturoyingur ikki skal vinna FM á Ólavsøku, men í veruleikanum ber tað ikki til at ímynda sær annað, enn at Eysturoyingur ólavsøkuaftan fer at fáa handað FM steypið fyri sjeyndu ferð.
Eitt er, at avrikið hjá gula bátinum av Skálafjørðinum var so einastandandi, sum tað var í Sørvági. Eysturoyingur hølvaði kappingarneytarnar báðar av, um tað í hesum førinum ber til at tosa um kapping.
Guli báturin legði bragdliga fyri, og stútt og støðugt varð økt um munin aftur til hinar báðar. Tá ið hálvur teinurin var rógvin, var munurin ein bátslongd, og tá ið teir komu á mál, vóru eysturoyingar meiri enn tvær bátslongdir frammanfyri hinar báðar.
Dagurin hilnaðist ikki væl hjá Vestmenningi, sum eina viku frammanundan vann í Vestmanna. Undan Vestanstevnu vóru teir noyddir at skifta ein mann, og tá ið Eysturoyingur var so uppsettur, sum hann vísti seg at vera, fyri at sláa fast, hvør eigur besta 10-mannafarið í ár, so var einki at gera.
Vestmenningur var leingi aftastur, men í endaspurtinum megnaði hann at taka Hoyvíking, sum spílaði seg longri út, enn hann hevur gjørt fyrr í ár.
At Vestmenningur endaði næstfremstur bar við sær, at tað framvegis er teoretiskur møguleiki fyri, at FM heitið endar í Vestmanna og ikki á Skálafjørðinum. Avrikið leygardagin bendi ikki á, at favorittarnir skulu kiksa á Ólavsøku, og tað skal leitast leingi og langt aftur í søguna fyri at finna dømi um, at tað á Ólavsøku skal ganga so illa hjá FM favorittinum, sum tað skal gera hjá Eysturoyingi, um Vestmenningur skal vinna FM fyri sjeyndu ferð.
Tølini tala fyri favorittinum
Um tað skal kiksa hjá Eysturoyingi at vinna FM, so er treytin, at Vestmenningur vinnur á Ólavsøku, og at eisini Hoyvíkingur vinnur á Eysturoyingi. Um kappingin millum 10-mannaførini fer at enda soleiðis um sekstan dagar, so verður endastøðan 45 stig til bæði Eysturoying og Vestmenning, og so verður úrslitið á ólavsøku avgerandi.
Á Ólavsøku er róðrarteinurin stívliga 900 metrar, og tískil verða fyritreytirnar heilt øðrvísi, enn tær vóru í Sørvági. Tær fara at líkjast meiri fyritreytunum, sum tær vóru í Vestmanna, tá ið Vestmenningur vann.
Talan verður um nýggja kapping millum hesar tríggjar bátarnar, sum síðani á Vestanstevnu hava havt meiri enn tvær vikur at fyrireika seg í.
Tølini vísa, at meistarin oftast vinnur á Ólavsøku, og tað er ógvuliga sjáldan, at FM vinnarin ikki megnar í hvussu so er at enda næstfremstur.
Í 1988 vann Nólsoyingur FM. Á Ólavsøku var Nólsoyingur nummar trý. Eysturoyingur vann ta ferðina, og eisini Havnarbáturin kom fyrr á mál enn Nólsoyingur.
Síðani tá er tað komið fýra ferðir fyri, at meistarin ikki hevur vunnið á Ólavsøku, og allar ferðirnar var FM vinnarin næstfremstur. Síðsta dømið um hetta var í 2003, tá ið Nólsoyingur vann á Ólavsøku. Tá var Eysturoyingur næstfremst á Ólavsøku, og Eysturoyingur vann FM, eitt stig frammanfyri Nólsoying.
Alt bendir á, at tað er borðreitt fyri Eysturoyingi. FM steypið er komið á stokkin!
1 Eysturoyingur 09:23.24
2 Vestmenningur 09:29.05
3 Hoyvíkingur 09:30.04
Støðan
1 Eysturoyingur 40
2 Vestmenningur 38
3 Hoyvíkingur 30










