Fótbóltur
Eftir at væl og viriðliga eru farin um fjórða mánaðin , síðani HB og VB/Sumba dystaðust í steypakappingini í fótbólti, er framvegis ógreitt, hvør teirra skal spæla fjórðingsfinalu móti EB/Streymi.
Kappingarnevnd, Aðalnevnd, Dómsnevnd, Kappingarnevnd, Dómsnevnd og Ítróttardómstólur hava higartil viðgjørt málið, og nú hevur Kappingarnevndin so fyri triðu ferð mett, at HB skal dømast at tapa dystin. Soleiðis kann sigast, at HB hevur nýtt sjey lív higartil, og sum onkur tók til, so er spurningurin nú, hvørt felagið er sum kettan, ið vanliga verður søgd at hava níggju av slagnum.
Sum so var ikki stórvegis nýtt í teimum niðurstøðum, sum FSF hevur um málið. Ein meiriluti í Kappingarnevndini er enn sum áður av teirri áskoðan, at HB skal dømast at tapa dystin, tí teir ikki høvdu spæliloyvið hjá Páll M. Joensen í lagi.
Ein minniluti, Høgni í Stórustovu, metti hinvegin ikki, at HB skuldi dømast at tapa dystin. Í viðgerðini vórðu atlit eisini tikin til spurningin um spæliloyvini hjá Klæminti Matras og Knút V. Vesturtún, men mett verður ikki, at tað skal kosta hesum feløgum nakað, at tey hava nýtt hesar spælarar.










