Sjeynda hvørt sekund doyr eitt fólk av diabetes

Í Føroyum hava umleið 3000 fólk diabetes. Altjóða diabetesdagurin verður fríggjadagin.

Fríggjdagin 14. november verður altjóða diabetesdagurin hildin fyri 23. ferð, og í ár er tað heilsugóður kostur og diabetes ið er á breddanum. 

 

Tað var í 1991, at altjóða diabetesfelagsskapurin (IDF) saman við heimsheilsufelagsskapinum WHO gjørdi av at gera 14. november til merkisdag fyri diabetes, tí fleiri og fleiri fólk kring allan heim fingu staðfest diabetessjúkuna.

 

Dagurin 14. november varð valdur, tí tað er føðing­ar­dagurin hjá Frederick Banting, sum var ein av undangongumonnunum í granskingini at framleiða insulin.

 

Í 2006 góðkendi ST altjóða diabetesdagin, og á ST-topfundi í 2011 samdust tey 193 ST-limalondini um eina felags fráboðan móti diabetes og øðrum ikki smittandi sjúkum.

 

Ban Ki-Moon, ST-aðalskrivari, hevur sagt, at diabetessjúkan er ”ein spakuliga vaksandi hóttan móti fólkaheilsuna”. Hetta er ikki at gera ov nógv av. 7. hvørt sekund doyr eitt fólk av diabetes onkustaðni í heiminum.

 

Í dag hava 382 miljónir fólk í heiminum diabetes, harav 90% hava diabetes-typu 2. Hetta svarar til 8,3% av øllum heimsins íbúgvum millum 20 og 79 ár.

 

Í Føroyum hava um 3000 fólk diabetes.

 

Tá ST í 2006 samtykti at útnevna 14. november til altjóða diabetesdag, varð eisini ein ringur í bláu litunum gjørdur til altjóða búmerki hjá diabetesdegnum.

 

Blái ringurin er altjóða merki fyri diabetes og tí er altjóða diabetesliturin bláur. Blái ringurin er merkið fyri altjóða diabetesdagin og vísir á samanhaldið í altjóða diabetesfelagsskapinum.

 

Tvørtur um allar mentanir myndar blái ringurin lív og heilsu. Blái liturin er himmalliturin, sum sameinir allar tjóðir, og sum eisini er liturin í ST-merkinum.

 

- Siður hevur verið á hvørjum ári at lýsa kend hús við eitt nú bláu litunum. Í ár verður Hoyvíkar kirkja lýst við bláa litinum í samband við dagin.

 

Sjálvan diabetesdagin verður Diabetesfelag Føroya at hitta í millumgongini í SMS framman fyri Tjaldurs Apotek.

 

- Her verður høvi hjá fólki at máta blóðsukur, eins og fólk kunnu royna eina diabetesrisikotest. Eisini verður upplýst um diabetes sum heild. Tiltakið framman fyri Tjaldurs Apotek byrjar klokkan 10 fríggjamorgunin. 

 

Í samband við dagin veit Diabetesfelag Føroya at siga, at leygardagin 15. november klokkan 10 skipar Diabetesfelag Føroya fyri almennum diabetesfundi í kirkjukjallaranum í Hoyvíkar kirkju.

 

Heitið á fundinum  verður “Hin heilsugóða morgun­máltíðin”. Felagið bjóðar morgunmat og Poula Patursson, cand. scient., dietistur, heldur fyrilestur um hina heilsugóðu morgunmáltíðina.