SJEYMÍLAMAÐURIN

<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Eftir Hanus Kamban
 
Tá ið okkara ungi bókmentafuglur lætti sær á stutt fyri 1900, var hann ikki ófegin um, at hann var til. Og vóru veingirnir styttri og var flogið minni kimiligt enn á útlanda fulgum, so ynskti hann kortini, at onkur sá seg og boðaði, við gløggum og vigaðum dómi, frá síni sjón. Tað gingu nøkur ár, til slíkir eygleiðarar stigu fram. Tann fyrsti æt Kristin í Geil. Honum á baki kom Rikard Long.
     Maður og kvinna koma í stað mans og kvinnu. Seinast í sekstiárunum í farnu øld fór tann fimta urptin í okkara skaldskaparbjørgum at royna sítt flog. Eisini hon vildi vera sædd. Nakað eftir hetta steig fram ein maður, sum mest av øllum átók sær tann eygleiðandi lutin. Hesin maður hevur nú virkað millum okkara í o.u. tríati ár. Forvitni, nærlagni, gávumildi og stórvirkni eyðkenna hansara arbeiði. Og merkiligt er at bera saman bókmentaviðgerð tá og nú. Kristin í Geil legði fyri við – við fáum reglum – í sínum blað at lýsa eina yrking, eina søgu ella eitt verk. Okkara virknasti nútíðar kritikari hevur latið úr hondum upp í tægu av verkum, har hvørt mangan er <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$ein monografisk viðgerð av einum persóni ella einum ritverki.
     Og so, í 1990, tók hesin sami eygleiðari okkum øll á bóli við brádliga, og púra óvæntað, sjálvur at lætta sær á sum fuglur, føroyskur krimifuglur, hvørs flog var dæmt av  m.a. Jules Verne, Raymond Chandler og Gunnar Staalesen. Hansara fyrsta roynd á hesum øki er í dag klassikari, við framúr spennandi søguflætta, frálíkum natúrlýsingum og einum málburði, sum hevur tryggjað hesum verki, og teimum sum aftaná eru komin, ein trúgvan lesaraskara úr øllum aldursbólkum. Og eins og onnur lond eiga Auguste Dupin,  Philip Marlowe ella Varg Veum, so eiga vit føringar í dag tann órædda, balstýriga uppdagaran, skaldskapar- og kvinnuvinin Hannis Martinsson.
     At lýsa alt verkið og ritverkið hjá Jógvani Isaksen í eini stuttari kvøðu er sjálvsagt ógjørligt. Hann er undirvísari, hann hevur skrivað verk um bókmentir og list, hann hevur skrivað krimiskaldsøgur fyri vaksin og fyri yngri lesarar, og hann hevur virkað sum ritstjóri, sum bæði <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Brá og tíðarritið <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Nordisk Literatur eru dømir um. Skal eg nevna eitt eyðkenni, so er tað víðfevnið, gávan at fata um tað føroyska og tað útlendska, miðøld og modernitet, kvæðir og vísindaskaldskap, hetta tíðarflogið, sum ger at Hannis Martinsson – tá hann nærkast kavbátahellinum við Sjeyndir – trívur í ongan minni enn Brúsajøkil:
 
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Ormar hevði tann sið á sær,
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$ið Ásbjørn hevði ei fyrr,
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$so er mær av sonnum sagt,
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$hann risti kross í dyr.
 
Alt gott um Philip Marlowe og Inspector Morse, men so mentaðir eru teir ikki. Men við hesum er søgan ikki liðug. Tað fall Jógvani í lut at taka um endan hjá tí forlag, sum í 1914 legði fyri við at geva út bókina <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Yrkingar eftir J.H.O. Djurhuus. Forlagið hevur nú í mong ár, við einum dugnaligum kassameistara og Jógvani sum stjóra, givið út árliga einar 6-8 bøkur. Hvussu hetta ber til, er mær ein gáta. Eg veit, at Jógvan er av skiparaætt og sjálvur á sín hátt skipari, men mark eigur at vera fyri eins mans virki. Her tykist tó einki mark at vera, og um hvørt ár hjá Mentunargrunni Studentafelagsins kunnu vit sostatt siga, at tað er eitt <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$annus mirabilis.
     Jens Pauli Heinesen rithøvundur skapti einaferð eitt hugtak, sum hann neyvan bara legði positiva merking í. Men tað fari eg nú at gera. Tí Jógvan Isaksen er, eins og vinur okkara Hannis Martinsson, skundmikil maður, og kanska kann ein undrast á, at hann hevur megnað at sitið í frið her í kvøld í hesum skála í eitt korter. So, okkara bókmentaligi Sjeymílamaður, hjartaliga tillukku.