Klaksvík:
Nevndin í felagnum er nú farin í gongd við at fyrireika fyrstu konsertina hjá fyrsta tónleikafelagnum í Klaksvík.
Luttakandi bólkarnir á konsertini verða Iris, Stinkfist (Remote) og Chain. Hetta eru alt bólkar, sum hava tilknýti til Klaksvíkina.
Bert ein konsert verður á skránni á hesum sinni, og verður kostnaðurin 100 krónur. Tó sleppa limir inn fyri 80 krónur.
Sama dagin skipar tónleikafelagið eisini fyri einum aðalfundi í Býráðshøllini. Hesin fundur verður klokkan 17.00, og fáa áhoyrararnir eisini møguleika at tekna seg sum lim hjá Sjey00 á fundinum.










