Landsliðsvenjararnir Jóhan Petur á Stongum og Kristian Mikkelsen, hava nú úttikið ein bruttohóp upp á 28 leikarar, sum fáa møguleika at kvalifiserað seg til A-landsliðið hjá kvinnum, sum í døgunum 22. – 26. mai, skulu spæla VM/EM kapping í Høllini á Hálsi í Tórshavn.
Av leikarunum spæla 5 við Elituliðnum hjá Amager í Danmark, sum í løtuni liggur millum top 4 í Danmark, umframt at 2 leikarar eru úr Randers NOVO/Ikast, sum spæla við næstbestu donsku deildini.
Hinir 21 spælararnir eru úr Drátti, Fleyr, SÍ, KÍF, TB, ÍF og Mjølni.
Liðini sum Føroyar skulu spæla ímóti í kappingini í Føroyum eru Kypros, Írland og Liktenstein.
Fyrsta venjingin verður 5. apríl
Amager VK
Sofía Purkhús
Elisabeth Purkhús
Jastrid Jacobsen
Eina Kalsø
Birgit Guttesen
Randers NOVO/Ikast
Urd T. Traðará
Eyð G. Magnussen
Fleyr
Anja S. Danielsen
Eva W. Nagata
Súsanna Ludvig
Magnhild Jacobsen
Anna Sára L. Rasmussen
Dráttur
Ruth Albinsdóttir
Anna S. Hansen
Petra S. Hansen
Barbara H. Poulsen
SÍ
Sissal Ellefsdóttir
Vivian Joensen
Helga Guttesen
Maria S. Lorenze
Hervør Hansen
KÍF
Guðrun Joensen
Sóley M. Poulsen
Hanna A. Olsen
TB
Sharon T. Holm
Femja F. Mortensen
ÍF
Anna Larsen
Mjølnir
Ása K. Olsen