Sjey stig til KÍ og eitt stig til B36

Úrtøkan í innanhýsis dystunum millum KÍ og B36 gjørdist tann sama sum í 2021 og í 2022

Í 2021 og í 2022 vann KÍ tveir av trimum innanhýsis dystum móti B36 í Betrideildini, og tann triði endaði við javnleiki.

 

Í 2023 endurtók søgan seg. KÍ vann tveir av innanhýsis dystunum, og tann triði dysturin endaði við javnleiki.

 

Samlaða úrtøkan gjørdist aftur í ár: Sjey stig til KÍ og eitt stig til B36 í teimum trimum innanhýsis dystunum. 

 

Samlaða málúrtøkan hesaferð er 5-3 til KÍ

 

B36-KÍ 2-3 (1-2) - 30. apríl

 

KÍ-B36 2-1 (1-0) - 24. mai

 

B36-KÍ 0-0 - 22. oktober

 

Kelda: FaroeSoccer