Sjey spælarar missa finaluna

Ikki færri enn sjey av teimum føstu spælarunum hjá Bayern München og Chelsea noyðast at sita á áskoðaraplássinum, tá finalan verður á heimavøllinum hjá Bayern.

 

Hjá Chelsea hava fýra spælarar leikbann til finaluna. Tað eru liðskiparin og verjuleikarin John Terry, verjuleikarin Branislav Ivanovic og miðvallarleikararnir Raúl Meireles og Ramires.

 

Hjá Bayern München eru tað verjuleikararnir Holger Badstuber og David Alaba og miðvallarleikarin Luiz Gustavo, sum hava leikbann.

 

Tað verða sostatt tvey skerd lið, sum fara á vøllin í München tann 19. mai at spæla ársins CL-finalu.