Sjey snotuligar íbúðir á Strondum

- Bæði tíð og kostnaður hava hildið, og her hava ongar eykaútreiðslur verið, siga tey hjá Bústøðum, sum nú fara at leiga nýggju íbúðirnar út.

Fyrst í hesi vikuni yvirtóku Bústaðir leiguíbúðirnar, sum byggifyritøkan Vá-Bygging hevur bygt fyri stovnin í Dávagerði á Strondum. Talan er um sjey íbúðir, sum allar eru eins. Tær eru 76,6 fermetrar stórar, umframt at hvør íbúðin hevur tilhoyrandi úthús á 7,7 fermetrar.

 

Nýggju íbúðirnar eru innrættaðar við duri, køks-og alrúmi, baðirúmi, hjúnarrúmi og einum sovirúmi aftrat, og durur er líka sum miðpunktið í íbúðunum, og haðani er atgongd til onnur rúm.

 

Allar íbúðirnar á Strondum hava egna inngongd og terassu. Parkeringsviðurskifini eru góð, og bilur fæst til dyrnar. Íbúðirnar eru eisini rørsluvinarligar – við 90 sentimetra breiðum hurðum, ongum gáttum inni og nóg stórum baðirúmi, soleiðis at koyristólur kann mala runt á gólvinum.

 

Leiguíbúðirnar liggja í friðarligum og barnavinarligum umhvørvi, beint niðan fyri nýggju búsetingarnar uppi á Fløtum. Tær lúka øll nútímans krøv til bygging, og her eru góð ljós-og ljóðviðurskifti. Orkunýtslan verður lág, og inniluftin er tryggjað við ventilatión í øllum íbúðum.

 

Útsýnið er frálíkt; stutt er til skúla og barnagarð, og leggjast kann aftrat, at nýggju íbúðirnar í Dávagerði eru bygdar við síðuna av nýggja sambýlinum á Strondum, Sjóvarlon.

 

- Vit hava alt gott at bera handverkarunum, sum eftir okkara tykki hava verið ótrúliga raskir og dugnaligir. Bæði tíð og kostnaður hava hildið, og her hava ongar eykaútreiðslur verið. Íbúðirnar vórðu reistar í februar í ár, og nú standa tær lidnar, siga tey hjá Bústøðum.