Sjey fólk hava søkt starvið sum stjóri fyri tveimum báðum undirsjóvartunlunum Tann 28. desember var seinasti dagur at søkja starvið sum stjóri fyri Vágatunlinum og Norðoyatunlinum, og sjey umsóknir komu.
Starvið er ársmálssett til fýra ár, og arbeiðstíðin er 20 tímar um vikuna.
Bæði menn og kvinnur hava søkt stjórastarvið, sum ætlandi verður sett um stutta tíð, sigur virkandi stjórin, Bergur í Garði, við Dimmalætting.
Sjey fólk arbeiða hjá tunnilsfeløgunum.