Lítla gentan, sum gjørdist partur av blóðbaðnum í Alpunum, er vaknað aftur úr koma, og fyrstu orð hennara vóru: »Hvat hendir?«
Tað skrivar heimasíðan hjá Daily Mirror.
Tað verður mett sum eitt satt undur, at sjey ára gamla Zainab al-Hilli slapp við lívinum frá álopinum á foreldur hennara.
Gentan, sum varð skotin í økslina og illa bukað í millum annað høvdið, er vard av vápnaðari løgreglu á Grenoble University sjúkrahúsinum í Fraklandi.
Tíðindini um fyrstu orð hennara koma samstundis sum kanningin av familju heiminum í Claygate, Surrey, tóku eina dramatiska vend, tá ein bumbueind varð boðsend.
Serfrøðingar leitaðu í tveir tímar á ognini, og grannahús vórðu tømd fyri fólk í fleiri tímar, men einki vandamikið varð funnið.
Hinvegin hevur politiið avdúkað,k at talan kann vera um ein einsamallan, men professionellan drápsmann, eftir at kanningar vísa, at allar 25 kúlurnar stava frá tí sama 7,65mm automatisku skammbyrsuni.
Tað verður vónað, at Zainab kann geva týdningarmiklar upplýsingar at eyðmerkja persónin, sum drap pápan, Saad, 53, mammuna, Iqbal, 47, og ommuna, Suhaila, 74. Øll trý vórðu skotin tvær ferðir í høvdið.
Sylvain Mollier, 45, sum tilvildarliga súkklaði framvið, varð eisini skotin til deyðis í Combe dIre skóginum nærhendis Chevaline síðsta mikudag.









