Síðani 1993 er tíðarritið Nordisk Litteratur komið út við ørgrynnu av ummælum, stuttum og longum framløgum av skaldaverkum, samrøðum, kjaki og øðrum. Nú eru øll sjey árini av Nordisk Litteratur savnað í eini mappu, sum eisini inniheldur eitt yvirlit yvir allar tær norðurlendsku bøkurnar, sum hava verið umrøddar.
Seinasta eintakið av Nordisk Litteratur 1999 er eisini við í mappuni. Hendan útgávan inniheldur fyrst og fremst eina røð av umrøðum um bókmentir í øllum Norðurlondum upp gjøgnum nítiárini. Umframt er aktuellur lesnaður og umrøður av rithøvundum og ritverkum frá seinasta aldaskifti, eitt nú August Strindberg, Georg Brandes, Ellen Key og Knut Hamsun. Eisini tekur tíðarritið fram viðkomandi bøkur, ið eru komnar út seinasta árið, og samrøða er eisini við móttakaran av Bókmentavirðislønini hjá Norðurlandaráðnum, Pia Tafdrup.
Sjey ár
Martin Næs, landsbókavørður, hugleiðir um tey síðstu sjey árini í føroyskari bókmentasøgu. Hóast sjey ár við stórari búskaparkreppu, eru 800 bøkur komnar út á føroyskum. Meðan politikarar hava reist stórar og dýrar varðar eftir seg, serliga í samferðsluni, hava føroysku myndugleikarnir ikki raðfest íløgur til eitt nú tjóðsavn ella skjalasavn.
Og tað er eitt nú undir hesum umstøðum, ungi føroyski skaldskapurin, hevur trongt ígjøgnum. Til 1948 vóru bert 350 bøkur til á føroyskum. Restin, tað vil siga, 3400 bøkur eru komnar út síðan, harav 800 seinastu 7 árini. Í hesum tølum eru yrkis- og fagurbókmentir, umframt barna- og skúlabøkur. Ikki minni enn helmingurin er týðingar, serliga týðingar úr norðurlendskum málum umframt týskum og enskum. Í greinini umrøður Martin Næs stutt skaldsøgur, stuttsøgu- og yrkingasøvn, sum eru komin út hetta sjey ára skeiðið. Serliga er nógv komið út av yrkingasøvnum.
At helmingurin av bókunum, ið eru komnar út seinastu árini, eru týddar, sigur ikki alt. Ikki færri enn fimtan bøkur, serliga fagrar bókmentir, eru týddar til onnur mál, serliga norðurlendsk.
Jógvan Isaksen, bókmentafrøðingur, umrøður í ritinum yrkingasavnið "Pentur" eftir Jóannes Nielsen, og skaldsøguna "Í Morgin er aftur ein dagur" eftir Oddvør Johansen. Um Jóannes Nielsen verður í ummælinum sagt, at hann er ein avskapaður yrkjari í ætt við bæði Rabelais og William Heinesen. Um Oddvør Johansen verður sagt, at hon sigrar ígjøgnum sítt fyridømi, og at tað er við sorgblídni lesarin eftir at hava lisið síðstu síðu leggur bókina frá sær.
Ritstjórnin
Eitt umboð fyri hvørt Norðurland situr í ritstjórnini fyri Nordisk Litteratur. Fyri Føroyar situr Jonhard Mikkelsen. Ritstjóri er danin Bjørn Bredal, Tuva Korsström umboðar Finland, Silja Aðalsteinsdóttir umboðar Ísland, Håkon Harket umboðar Noreg og Ingrid Elam umboðar Svøríki.
Tað er Norðurlendska Ráðharraráðið, sum gevur Nordisk Litteratur út. Ritið er fíggjað av ráðnum og NORDBOK, sum er norðurlendska bókmenta- og bóksavnanevndin.