Í viku 29 og 30 hevði Noreg tilsamans 3.659 smittutilburðir við koronu. Av teimum, sum fingu staðfest koronu hesar báðar vikurnar, vóru 259 liðugt koppsett.
- Talið av smittaðum, sum eru liðugt koppsett, fer at veksa, tá ein enn størri partur av fólkinum eru koppsett, skrivar tíðindastovan NTB.
Sambært norska heilsustjóranum, Espen Rostrup Nakstad, er hetta á leið tað, sum roknað hevur verið við.
- Orsøkin er, at sonevndu mRNA-koppingarevnini tryggja teg 95 prosent móti somatiskum - ella likamligum - sjúkum, sigur heilsustjórin.
Tølini merkja, at stívliga sjey prosent av teimum, sum vórðu smittað í viku 29 og 30, vóru liðugt koppsett.
Yvirlæknin, Are Stuwitz Berg, sum starvast hjá norska Fólkaheilsustovninum, sigur, at higartil hevur tað víst seg, at koppingarevnini, sum vera brúkt móti covid-19, eru sera effektiv móti álvarsligum sjúkum.
- Eisini móti delta-frábrigdinum, leggur yvirlæknin aftrat.