Sjey milliónir í klemmu á Tvøroyri

Tvøroyrar Býráð sigur, at landsstýrið skyldar Tvøroyrar Kommunu sjey milliónir krónur

Sum tað sæst aðrastaðni í blaðnum er ein ósemja ímillum Tvøroyrar Býráð og landsstýrið um havnargjald hjá Smyrli, nú blivin so spísk, at býráðslimir á Tvøroyri eru hóttir við bót.

Landsstýrið førir fram, at tað er landið, sum hevur bygt og goldið samferðsluhavnina á Krambatanga á Trongisvágsfirði og tí skal Smyril heldur ikki betala havnargjald.

Tvøroyrar Kommuna sigur, at hetta hevur onki við málið at gera.

- Vit hava eina havn, sum er opin 24 tímar um samdøgurið og har vit hava vakt 24 tímar um samdøgurið. Og sjálvandi skal Smyril betala havnargjald fyri at koma inn í havnina, akkurát, sum øll onnur skip, sigur Tvøroyrar Býráð.

Havnargjald verður goldið eftir, hvussu stórt skipið er, og fyri Smyril snýr tað seg um einar 2,5 milliónir um árið og sostatt er hon higartil komin upp á góðar sjey milliónir.

Men hon verður blankt afturvíst.

Av tí, at Tvøroyrar Kommuna heldur seg eiga peningin til góðar, er havnargjaldið eisini øll árini ført sum inntøka á roknskapinum hjá Tvøroyrar Havn.

Grannskoðarin hevur so bara skrivað í viðmerkingunum, hvussu støðan er og at ósemja er um havnargjaldið.

Higartil hevur Innlendismálaráðið góðtikið roknskapin við hesi viðmerkingini frá grannskoðaranum.

Men nú er tað fíggjarmálaráðið, sum skal góðkenna roknskapirnar hjá kommununi og nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð.

Fíggjarmálaráðið noktar nevniliga at góðkenna roknskapin hjá Tvøroyrar Havn fyri 2007, verður havnargjaldið ikki strikað sum inntøka hjá kommununi.

Fíggjarmálaráðið sigur, at talan er um eina inntøku, sum er ógvuliga óviss, tí ósemja er um hana og tí kann hon ikki setast á roknskapin. 

Les eisini greinina: Býráðslimir á Tvøroyri fáa bót fríggjadagin