Fiskivinnuroyndir lýsa nú eftir verkætlanum, og umsóknarfreistin er hin 3. desember 2018 klokkan 12. Væntandi verða umleið sjey miljónir krónur útlutaðar til verkætlanir í 2019.
Fiskivinnuroyndir er ein skipan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar royndum og kanningum við týdningi fyri fiskivinnuna, bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar.
Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:
* Burðardyggur fiskiskapur
* Royndarveiða og virðisøking av fiski
* Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum.
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.










