Grindalógin er aftur á skránni í tinginum í dag.
Nú snýr tað seg millum annað um, at aftur at gera rættingar í grindalógini, sum ikki var fullfíggjað nokk, tá iåð tingið fleiri ferðir var kallað saman at broyta lógina.
Løgtingið fer eisini at viðgera spurningin um at veita stuðul til føroyskar miðlar. Her er talan um eitt uppskot, sum landsstýriskvinnan við mentamálum hevur lagt fram.
Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, hevur lagt eitt uppskot fram um at endurskoða kringvarpslógina. Eisini hetta mál fær 1.viðgerð á tingfundinum í dag.