Sjey mánaðir um at avgreiða serlæknaváttan

Løgtingsins umboðsmaður er nú liðugur at viðgera eina klagu um langa viðgerðartíð í samband við serlæknaváttan.

Løgtingsins umboðsmaður er komin til ta niðurstøðu, at mannagongdirnar hjá Landssjúkrahúsinum eru nøktandi, tá tað kemur til serlæknaváttanir, eru nøktandi.

Ein persónur hevði søkt almannaverkið um fyritíðarpensión, og almannaverkið bað tí Landssjúkrahúsið um skjøl úr sjúkrajournal klagarans. Sjúkupplýsingarnar hjá persóninum vóru tá nakað gamlar, og psykiatriski depilin metti, at neyðugt var at fáa klagaran til samrøðu so ein psykiatrisk serlæknaváttan kundi gerast.

Tað tók tó fýra mánaðir, at persónurin slapp til psykiatrisku samrøðuna, og tríggjar mánaðir aftrat, áðrenn serlæknaváttanin kom almannaverkinum í hendi.

Løgtingsins umboðsmaður sigur, at tað uttan orsøk tekur sjey mánaðir at fáa avgreitt eina serlæknaváttan, er ov leingi.

Av tí, at Landssjúkrahúsið sigur seg hava tikið stig til at stytta um viðgerðartíðina á økinum, velur umboðsmaðurin ikki at gera meira við málið, men heitir á Landssjúkrahúsið um endurskoða mannagongdirnar á økinum.