Sjey hjálparstarvsfólk myrd

Tað er eftir øllum at døma lívshættisligt at arbeiða sum hjálparstarvsfólk í Pakistan. Í dag vórðu sjey hjálparstarvsfólk, seks kvinnur og ein maður, myrd í Swabi-landspartinum.

Sambært teimum lokalu myndugleikunum arbeiddu kvinnurnar sum lærarar á einari miðstøð fyri børn, men á støðini kunnu kvinnur eisini fáa ymiska vegleiðing í heilsuspurningum. Tað eru hjálparfelagsskapir, sum reka miðstøðina.

Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av drápunum. Løgreglan sigur, at tað vóru fýra menn á motorsúklu, sum skutu tey sjey hjálparstarvsfólkini, sum sótu í einum bili, tá tey blivu álopin.