Dagsskráin fyri tingfundin í gjár taldi heili nýggju punkt. Men í veruleikanum vóru kortini ikki meira tvey mál á skránni umframt framløgur.
Á dagsskránni vóru nevniliga ein triðja viðgerð, sjey fyrstu viðgerðir og framløga. Men av tí, at allar tær sjey fyrstu viðgerðirnar snúu seg um sama mál og tískil vórðu viðgjørdar undir einum, var talan bert um eina triðju viðgerð, eina fyrstu viðgerð og framløgu.
Málið, sum var til fyrstu viðgerðar, var tingmál nummar 46/1999, ið er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald. Hetta málið legði Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, fyri tingið 25. januar.
Tær sjey fyrstu viðgerðirnar, sum vórðu viðgjørdar undir einum, vóru av ávikavist tingmáli nummar 29/1999, 30/1999, 32/1999, 33/1999, 34/1999 og 48/1999.
Tingmál nummar 29/1999 er uppskot til løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt.
Tingmál nummar 30/1999 er uppskot til løgtingslóg um avtøku av løgtingslóg um býtið av almannaútreiðslum við meira.
Tingmál nummar 31/1999 er uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg.
Tingmál nummar 32/1999 er uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um barnaforsorg.
Tingmál nummar 33/1999 er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimasjúkrasystratænastuna.
Tingmál nummar 34/1999 er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsusystratænastuna.
Seinasta tingmálið í røðini av teimum, ið vóru til fyrstu viðgerðar, var tingmál nummar 48, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
Øll tingmálini, ið vóru til fyrstu viðgerðar, hevði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Almanna- og Heilsumálum lagt fyri tingið.
Áðrenn tingfundurin var lokin, var framløga á skránni.