Samuel Chukwudi spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í SJK Seinäjoki í dysti í bestu finsku fótbóltsdeildini vunnu stórsigur 4-1 á IFK Mariehamn á OmaSp leikvøllinum.
Tá 18 minuttir vóru leiktir var SJK longu á odda 3-0. Í 64. minutti økti SJK til 4-0. IFK Mariehamn skoraði í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
SJK er triðfremst í deildini við 24 stigum fyri 14 dystir. Inter Turku og KuPs eru fremst við 26 stigum.
Komandi leygardag klokkan 15 hevur SJK heimadyst móti Ilves. Eftir tað er Conference League á skránni. Hósdagin 10. juli kemur KÍ á vitjan á OmaSp leikvøllinum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum SJK Seinäjoki-IFK Mariehamn 4-1 (3-0):
##med2##