Tíðliga í morgun sakk ein seglbátur út fyri Palermo á Sisilia.
Italskir tíðindamiðlar vita at siga, at 22 fólk vóru í bátinum, tá hann sakk.
Báturin varð raktur av einari melduródn.
Sum skilst, eru 15 fólk bjargað, men framvegis eru sjey fólk ikki komin afturíaftur.
Sagt verður, at seglbáturin, sum sakk í morgun, var 56 metrar langur.
Lesið eisini -
* Millum tey saknaðu er bretski Tech-stovnarin - https://www.in.fo/news-detail/millum-tey-saknadu-er-bretski-tech-stovnarin