Sjey føroyskir luttakarar til HM í inniróðri

Sjey føroyskir luttakarar hava kvalifiserað seg at luttaka í kappingini

Kappingin um World Rowing Indoor Championships í inniróðri, verður í døgunum 25. og 26. februar. Sjey føroyskir luttakarar hava kvalifiserað seg at luttaka í kappingini. Nøkur í einum flokki, og onnur í tveimum flokkum.

 

Upprunaliga skuldi HM í inniróðri, eisini stytt WRICH (World Rowing Indoor Championships) vera í týska býnum Hamburg, men fyriskipararnir avgjørdu í desember 2021, at skipa tiltakið sum netborið orsaka av koronufarsóttini, skrivar Róðrarsambandið.

 

WRICH heimsmeistaraheitið er fyri luttakarar í aldursbólkinum U19 og eldri. Kappast verður í teinum á 500 metrar og 2000 metrar. Tríggir luttakarar frá fimm meginøkjum, Amerika, Afrika, Asia, Osiania og Evropa, hava møguleika at kvalifisera seg fyri hvørt økið, skrivar RSF.

 

- Róðrarsamband Føroya skipar fyri almennum tiltaki í sambandi við kappingina um heimsmestaraheitið. Kappingin verður í aulaini í Læraraskúlanum. Áskoðarar eru vælkomnir til tiltakið fyri at vísa luttakarunum teirra stuðul, verður sagt úr Róðrarsambandinum.

 

Her eru tey, sum skulu luttaka:

 

500m – fríggjadagin 25. februar 2022StarttíðLuttakariFelag
Kvinnur U1911:59Mira Winther KlitAR
Menn U1912:07Mattias DurhuusHVR
Kvinnur U23 Lættvekt12:14Zoe DicksonKÍF
Kvinnur U2312:29Vár Guriardóttir HansenAR
Kvinnur Lættvekt12:44Sarita Kristina Hansen
Menn Lættvekt12:59Bergur Robert Dam JensenKÍF
Kvinnur Masters 30-39 Lættvekt13:14Sarita Kristina Hansen
Menn Masters 30-39 Lættvekt13:29Bergur Robert Dam JensenKÍF
    
2000m – leygardagin 26. februar 2022StarttíðLuttakariFelag
Menn U1910:20Mattias DurhuusHVR
Kvinnur U23 Lættvekt10:35Zoe DicksonKÍF
Kvinnur U2311:08Vár Guriardóttir HansenAR
Menn Masters 30-39 Lættvekt12:38Bergur Robert Dam JensenKÍF
Kvinnur Masters 30-39 Lættvekt12:49Sarita Kristina Hansen
Kvinnur Masters 50-5414:23Jóna DanielsenFSR