Sjey føroysk mál tá Fram tapti tepurt fyri Selfossi

Føroyingaliðið, Fram er beint uttanfyri topp-8 nú besta íslendska hondbóltsdeildin fer í vetrarfrí

Vilhelm Poulsen skoraði fýra mál og Rógvi Dahl-Christiansen skoraði trý mál tá lið teirra, Fram leikti tann seinasta dystin í bestu íslendsku hondbóltsdeildini. 

 

Fram tapti á útivøll tepurt fyri Selfossi, ið vann dystin 28-27. Í steðginum var Selfoss á odda 15-11.

 

Fram var í álopsstøðum til at javna til 28-28 móti endanum av dystinum, men teir tóku ikki av.

 

Persónliga hevur tað gingið framúr væl hjá Vilhelmi og Rógva hetta kappingarárið, men úrtøkan hjá liðnum hevur verið misjøvn.

 

Fram hevur 10 stig fyri 12 dystir og liggur í løtuni á einum níggjunda plássi, ið ikki gevur rætt til at spæla í endaspælinum.

 

Í morgin klokkan 18 spæla hini bæði føroyingaliðini. Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í ÍBV taka móti Stjørnuni, og liðið hjá Pæturi Mikkjalssyni, Allani Norðberg og Nicholas Satchwell, KA spælir á útivølli móti Víkingi.

 

Nr.DystirMálmunurStig
FH12340:30518
Haukar12358:32418
ÍBV12367:35517
Stjarnan12356:34916
Valur11312:28016
Selfoss13342:33515
Afturelding12342:33512
KA12336:35310
Fram12339:34310
Grótta11293:3017
Víkingur12271:3382
HK11289:3271