Sjey føroysk mál í stórsigri hjá ÍBV á heimavølli

IBV er næstfremst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini

Dánjal Ragnarsson skoraði fýra mál, og Janus Dam Djurhuus skoraði trý mál fyri ÍBV, ið á heimavølli í dag vann stórsigur 43-25 á Hørði í dysti í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.

 

Í steðginum var ÍBV á odda 24-15. 

 

ÍBV er næstfremst í deildini við seks stigum fyri tveir sigrar og tveir javnleikir í fýra teimum fyrstu dystunum hetta kappingarárið. 

 

Komandi hóskvøld klokkan 19 hevur ÍBV aftur heimadyst. Mótstøðuliðið verður Stjarnan.