Eitt flogfar hjá russiska charter-felagnum, iFly, skal hava flogið ikki færri enn sjey ferðir við einum deyðum manni í hjúlbrunninm.
Tá flogfarið tann 6. juni kom til Moskva úr Rimini í Italia, sóu eftirlitisfólk blóðblettir á lendingarútgerðini.
Tað vísti seg, at leivdirnar av einum manni, sum hevði georgiskt pass, vórðu funnar í hjúlbrunninum.
Tað vísti seg, at maðurin var stirdur í hel fýra dagar frammanundan, so flogfarið hevði verið sjey flogferðir, eftir at hann var deyður.
Nú verður kannað, hvussu tað bar til, at maðurin kundi koma fram at flogfarinum og sníkja seg upp í hjúlbrunnin, uttan at nakar varnaðist tað.