Steypakappingin í flogbóltinum byrjar eru sjey flogbóltsdystir á skrá hjá monnum og kvinnum.
Í kvøld klokkan 19.30 spæla kvinnuliðini hjá ÍF og TB ein dyst í Eik-ligaini á Kambsdali. Hetta er ein útsettur dystur frá fyrr í ár.
Í morgin spæla somu lið sama stað klokkan 13, men hesa ferð er talan um ein steypadyst.
Leygardagin klokkan 14 spæla kvinnurnar hjá Drátti og KÍF A á Giljanesi.
Sunnudagin spæla kvinnurnar hjá SÍ og Fleyr B í Sørvági og Fleyr A móti Mjølnir í Havn. Báðir dystirnir byrja klokkan 14.
Leygardagin spæla mansliðini hjá ÍF og Fleyr A á Kambsdali klokkan 16 og sunnudagin spæla mansliðini hjá SÍ og Mjølnum í Sørvági klokkan 16.